Enn eitt avboð rakti føroyska landsliðshópin dagin fyri fráferðina til Serbia.
Rógvi Jacobsen, sum eftir summarsteðgin hevur spælt við KÍ, hevur tað mesta av árinum drigist við ein skaða í lærkrikanum. Hann hevur kortini spælt við KÍ, men eftir dystin mánakvøldið var greitt, at tað er neyðugt við hvíld, um talan ikki skal verða um kroniskan skaða.
- Tað er so einki, sum vit fáa gjørt við tað. Boðini frá fysioterapeutunum eru púrasta greið. Nevnliga at skaðin krevur hvíld, og so mugu vit laga okkum eftir tí, sigur Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari.
Tað er tó eingin ivi um, at Rógvi Jacobsen er ein spælari, sum saknur verður í. Hann er longu nú maðurin við flestu føroysku landsliðsmálunum yvirhøvur, og styrki hansara í luft- og nærdystum er vanliga ein av týðandi fortreytunum fyri føroyska spælinum.
Ístaðin fyri Rógva hevur Jógvan Martin Olsen tikið Høgna Madsen úr ÍF í hópin. Høgni var við í Portugal, men tá hópurin til Serbia-ferðina varð úttikin, var Høgni ikki millum teir 18.
Aðrir menn á skaðalistanum hjá Jógvan Martini Olsen eru Súni Olsen, Christian Lamhauge Holst, Fróði Benjaminsen, Einar Hansen og Arnbjørn T. Hansen.