Rógvi Holm hevur skrivað undir

Verjuleikarin, sum fekk sína fótbóltsuppaling í AB, varð kosin ársins stjørnuskot hjá HB á ársveitsluni.

 

- Rógvi var, hóast eina trilvandi byrjan, ein av greiðu hornasteinunum í frálíku verju okkara í undanfarna kappingarári, skrivar heimasíðan.

 

Rógvi Holm hevur fyrr spælt við AB, B36 og Aberdeen.

 

Sáttmálin er galdandi fyri kappingarárið 2011.