Rógvi hevur fingið leikbann

Rokið eftir hálvfinaluna ímillum Neistan og Kyndil heldur fram - Kyndilsmaður fær leikbann

Eftir rokið, ið var undir og eftir hálvfinaludystinum millum Neistan og Kyndil, er nú ein revsing komin.

Tað er kyndilsleikarin, Rógvi Dal Christiansen, ið hevur fingið leikbann í tveir dystir.

Hetta váttar venjarin hjá Kyndli, Martin Lellek fyri in.fo

Sterki strikuleikarin var í brennideplinum í dystinum mikukvøldið. Serliga var støðan ímóti endanum av fyrri hálvleiki, har hann fekk fótin hjá Rasmusi Søby í høvdið, nógv umtalað, og Rógvi Dal Christiansen var ikki nøgdur við at hetta, og hetta kostaði eina útvísing fyri at hava rópt eftir dómaranum.

Stutt inni í seinna hálvleiki fekk Kyndilsleikarin so enn eina útvísing fyri eina takkling, og hetta var hansara triðja í dystinum, og harvið var reytt kort givið.

Men tað eru hendingar eftir hetta, ið geva leikbann til Rógva Dal Christiansen. Kyndil hevur fingið at vita at strikuleikarin hevur fingið leikbann í tveir dystir fyri óítrottarligan atburð.

Hetta orsakað av at hann hevur rópt eftir dómarunum frá síni støðu uttanfyri vøllin.

 

Ári Rouch frá HSF greiðir frá, at dómararnir heittu á dómsnevndina hjá HSF, ið síðani sendi málið í aganevndina.

Aganevndin gjørdi síðani av at revsa Rógva Dal Christiansen við tveimum daga leikbanni.

Hetta fyri at hava rópt ókvæmisorð undir dystinum, og eftir dystin at hava víst háðandi atburð mótvegis dómarunum.