ÍSLAND
Sunnudagin vann KR fyri triðju ferð á rað. Teir spældu á Laugardalsvøllinum móti Þrótti, sum er í ógvuliga stórum niðurflytingarvanda. KR vann 1-0. Málið fingu teir tveir minuttir eftir steðgin. Tað skoraði miðvallarin Dalibor Pauletic. Hetta var fjórði dysturin hjá honum á KR liðnum, og hetta var fyrsta ferðin, at hann taldist millum málskjúttarnar. Málverjin hálvbjargaði, og miðvallarin var fyrstur á returbóltinum.
Rógvi Jacobsen hevur tær seinastu ferðirnar ikki verið millum teir fyrstu ellivu á KR liðnum. Tað var hann hesa ferð. Rógvi var annar av álopsspælarunum í 4-4-2 uppstilling. Rógvi hevði í 9. minutti góðan stútara eftir hornaspark, men tað eydnaðist honum ikki at fáa mál.
Tað eru bara nakrar vikur síðani, at KR taldist millum liðini, sum stríddust fyri at sleppa undan niðurflytingar hóttanini. Eftir tríggjar sigrar á rað er KR ikki longur í vanda fyri at flyta niður. Teir eru nú nummar fýra, og tað ber møguleika við sær fyri at spæla Intertoto næsta ár.
Meistararnir av Hafnafirði taptu fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum, tá ið teir í sekstanda umfarinum vóru á Akranesi. ÍA, sum er nummar trý, vann 2-1 á meistaraliðnum, sum hevði fleiri millum teir fyrstu ellivu, sum ikki hava spælt nakað serligt fyrr í ár.
Grindavík vann 3-1 á heimavølli móti Fram. Símun Samuelsen og Keflavík skulu ikki í eldin fyrr enn í kvøld, tá ið teir skulu spæla á útivølli móti Fylkir.