Rógvi heldur fram

Venjarin hjá kvinnuliðnum hjá Kyndli segði sessin frá sær eftir tapið fyri Sóljuni um vikuskiftið. Hann hevur nú tikið uppsøgnina aftur og heldur fram sum venjari

Besta kvinnuliðið hjá Kyndli stóð brádliga uttan venjara, eftir at liðið tapti eina avgerandi botnuppgerð móti liðnum úr Vágunum, Sóljuni.
Rógvi Nielsen tók seg aftur sum venjara eftir dystin. Orsøkin var eftir øllum at døma, at úrslitini hava verið so avbera vánalig hjá Kyndli í hesum kappingarárinum.
Kyndil liggur í løtuni á næstaftasta plássi við trimum stigum saman við StÍF. Við sigrinum sunnudagin fór Sóljan framum Kyndil, og tað ljóðaði, at Rógvi tók seg aftur eftir dystin.
Nú er tó greitt, at hann heldur fram og fremsta uppgáva hansara verður at bjarga Kyndli frá niðurflyting.
Eingin ivi er um, at tað ikki hevur gingið eftir vild hjá Kyndli í ár, hvørki hjá kvinnunum ella hjá mansliðnum. Bæði liðini eru í botninum, og tað er ikki nóg gott hjá sigursvanda havnarfelagnum.