Fótbóltur
Tá ið Rógvi Jacobsen leygarkvøldið við krúllinum sendi bóltin inn um Buffon í italska málinum var tað áttanda ferðin, at Rógvi skoraði fyri Føroyar. Eftir dystin segði toppskjúttin seg ikki hugsa so nógv um, at hann nú er rættuliga tætt við at gerast føroyskur toppskjútti í landsliðsfótbólti. Heldur helt málskjúttin, at tað snýr seg um, at Føroyar fáa mál og vinna.
Sjálvandi skal Rógvi siga soleiðis. Men millum fótbóltsáhugað og ikki minst millum spælararnar verður tað gingið høgt upp í hagtøl av hesum slagnum.
Í fjør fingu Føroyar einki landsliðsmál. Í ár er talið komið upp á tvey. Fyrra málið varð skorað 28. mars, tá ið Føroyar á útivølli taptu 3-1 ímóti Georgia. Eisini ta ferðina var Rógvi Jacobsen málskjútti. Tað málið var tað fyrsta, sum Føroyar fingu aftaná, at Símun Samuelsen við rimmar skoti úr sera spíksum í høgru í yvirtíðini 8. oktober 2005 skoraði á útivølli ímóti Ísrael, sum vann 2-1..
Áttanda málið hjá Rógva bar við sær, at hann legði seg við síðuna av Una Arge á toppskjúttaralistanum. Todi Jónsson er framvegis føroyskur toppskjútti í landsliðsfótbólti. Hann skoraði 9 mál í 45 landsdystum. Uni Arge skoraði 8 mál í 37 landsdystum.
Í annaðkvøld fer Rógvi Jacobsen at umboða Føroyar fyri 44. ferð. Rógvi hevur seinastu árini verið nógv tann vandamiklasti føroyski málskjúttin.
Føroyar hava í 112 landsdystum skorað 72 mál. Fremstu málskjúttarnir eru Todi Jónsson (9), Uni Arge (8), Rógvi Jacobsen (8), John Petersen (6), Julian Johnsson (4), Jan Allan Müller (4), Jens Kristian Hansen (3) og Kurt Mørkøre (3).
Átta spælarar hava skorað tvey mál: Fróði Benjaminsen, Jákup á Borg, Øssur Hansen, Christian Høgni Jacobsen, Henning Jarnskor, Torkil Nielsen, Jens Erik Rasmussen og Kári Reynheim.