Rógvi gjøgnumførdi ikki

Í kappingini sá ein rættiliga, hvussu stórur munur er á, yrkis- og amatørsúkkling

Vágbingurin, Rógvi Johansen, luttók í stórari súkklukapping í seinastu viku. Talan var um Grand Prix CSC Scandihealt, ið er ein av størru súkklukappingum í Danmark. Flestu luttakarar vóru yrkissúkklarar burturav, so føroyingurin hevði ikki so góðar vónir undan kappingini.

Tyler Hamilton vann
Vinnarin av kappingini gjørdist Tyler Hamilton, ið súkklar fyri súkklufelagið hjá Bjarne Riis, CSC Tiscali. Umframt CSC Tiscali, so luttóku eisini Team Fakta, Team Coast og US Postal, sum øll eru von við at standa seg væl í stórum súkklukappingum kring Evropa.

Vinnarin av Grand Prix CSC Scandihealt, Tyler Hamilton, er ikki hvør sum helst. Hann endaði á øðrum plássi í Giro de Italia fyrr í ár, og Tour de France stóð Tyler Hamilton seg eisini væl, so ongin varð ovfarin av, at hann vann kappingina

Rógvi gjøgnumførdi ikki
Tá 50 km írestaðu av kappingini gavst Rógvi Johansen, og sambært Rógvi , so var hetta als ikki óvæntað.

? Í einari slíkari kapping, har flestu luttakararnir eru yrkissúkklarar, sær ein hvussu stórur munur er á yrkissúkkling og amatørsúkkling, og tí hevði eg ikki væntað frammanundan at gjøgnumført kappingina, segði Rógvi Johansen.


Rógvi vísti eisini á, at bert tveir amatørar megnaðu at gjøgnumføra, og at tað sigur nógv um hvussu sterk kappingin var mannað.

Spurdur um gongdina í súkklukoyringini, svaraði Rógvi, at longu eftir hálvan tíma, hevði hann mist teir fremstu súkklararnar, og mátti hann stóran part av kappingini súkkla einsamallur.

Rógvi Johansen var ikki keddur eftir kappingina, - Hetta er ótrúliga læruríkt og spennandi, og tað er ikki á hvørjum degi, ein sleppur at royna seg ímóti so sterkum súkklarum sum Tyler Hamilton, greiðir Rógvi frá.

Kappast aftur um vikuskiftið
Rógvi skal aftur í kapping um vikuskiftið, har hann ikki skal luttaka í minni enn tveimum súkklukappingum. Í morgin er talan um eina gøtukoyring í Odder, og sunnudagin skal Rógvi royna seg í Fyn Rundt.