Rógvi Jacobsen boðar nú frá, at hann ikki spælir fótbólt í ár. - Sum støðan er í løtuni, so er tað liðugt við fótbólti hjá mær. Um eg nakrantíð komi at spæla aftur, má tíðin vísa, sigur Rógvi Jacobsen.
Rógvi Jacobsen hevur millum annað verið í Írlandi og latið seg kanna av serfrøðingum har.
Trupulleikin er, at Rógvi Jacobsen hevur meitt sær eina spong í fótinum, sum ikki vil lekjast aftur. Skeivar rørslur í kroppinum hava við sær, at spongin ikki verður styrkt soleiðis sum hon skal. Tískil hovnar fóturin hvørja ferð hann rennur, og av tí sama noyðist Rógvi at gevast.
? Eg haldi meg havi roynt nóg mikið til at koma fyri meg. Tað hevur ikki eydnast, so nú havi eg valt at taka frí frá fótbólti og skaðum, sigur hann.
Rógvi Jacobsen er tann leikarin, ið hevur skotið flest mál á landsliðnum. Tíggju mál gjørdist tað til. Seinast Rógvi spældi á landsliðnum var í 2009, skaðar hava hildið honum burtur síðani. Eisini í landskappingini hava skaðar argað seinastu tíðina. Í fjør gjørdist talan um bert seks dystir, har tað tó eydnaðist at gera fýra mál.