Rógvi gevst í Aberdeen

Vantandi dystir á besta liðnum er orsøkin til, at Rógvi Holm ikki longur er knýttur at hópinum hjá skotska Aberdeen. Tað skrivar heimasíðan hjá felagnum. 19 ára gamli Rógvi Holm eigur framvegis fyrsta dystin á besta liðnum til góðar. Eykaliðið hjá felagnum spælur ikki dystir regluliga, og tí er trupult hjá verjuleikaranum at fáa dystarvenjing. Argjamaðurin, sum hevur átt fast pláss á føroyska U21-landsliðnum í hesi undankappingini, vendir nú aftur nøsini móti Føroyum. Tað er framvegis ikki vist, hvar hann fer at spæla í komandi kappingarári. Rógvi Holm hevur áður umboðað B36 og AB.