Rógvi fer til Noregs

Enn eru allar súður ikki syftar, men metmaðurin á føroyska landsliðnum er eftir øllum at døma á veg til norskan fótbólt

Fótbóltur

 

Sum vit skrivaðu í farnu viku, so hevur útlendski áhugin fyri Rógva Jacobsen verið stórur seinastu tíðina. Ikki minst eftir at hann við føroyska málinum í Modena skeyt sítt fjórða mál í undankappingini, og við hesum setti nýtt føroyskt landsliðsmet.

Sum skilst, so hava umboð fyri norskt felag verið í Føroyum um vikuskiftið. Talan skal vera um felag, sum spælir í næst bestu norsku deildini, og hartil hevur áhugi eisini verið úr bæði Íslandi og Italia, skilst.

Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa nøkur tíðindi váttað um framtíðina hjá Rógva. Men skal metast eftir tí, sum umboðsmaður hansara sigur, so er eitt felagsskifti ikki serliga langt burturi.

- Eg kann bara vátta, at áhugin fyri Rógva hevur verið stórur. Og at tað eru feløg úr fleiri londum, sum hava sýnt honum áhuga. Men eg havi ongar viðmerkingar um, hvørji feløgini eru, ella hvussu ítøkiligur áhugin hjá hesum er. Tað er nakað, sum tú mást spyrja leiðsluna í HB um, sigur Jákup í Stórustovu, umboðsmaður.

Og í HB er tunnan líka tøtt.

- Eg havi ongar viðmerkingar um, hvar framtíðin hjá Rógva Jacobsen liggur, eru einastu orðini, sum fáast úr Steinfinni Mittelstein, stjóra á P/F Havnar Fótbóltur.

Sjálvur segði Rógvi í farnu viku, at fleiri feløg hava spurt seg fyri. Hann legði samstundis dent á, at hann ikki var áhugaður í royndarvenjingum, og tí er sannlíkt, at ein sáttmáli verður undirskrivaður ein av fyrstu døgunum, um nýggja felagið, HB og Rógvi sjálvur verða samd um treytirnar í hesum.