Rógvi fer til ÍF

ÍF hevur ársveitslu um vikuskiftið, og á heimasíðuni skrivar Dimma, at Rógvi her verður presenteraður sum nýggjur spælari hjá felagnum.

Rógvi kom í fjør heim til barndómsfelagið, KÍ, men talan gjørdist ikki um nakra treytaleysa succés-søgu.

Skaðar argaðu, og í KÍ eru krepputekin eisini at hóma, og tí samdust spælarin og felagið beint fyri jól um, at spælarin varð frítt stillaður at finna sær nýtt felag.

Og tað er so eftir øllum at døma eydnast nú.