Rógvi Baldvinsson og Kenneth Monsen, sum spældu við Ålgard í triðbestu norsku deildini í fjør, royndarvandu við B36 í januar og februar. Rógvi Baldvinsson hevur verið partur av føroyska landsliðnum, og ætlanin var, at hann skuldi loysa av serbiska Dmitrije Jankovic.
Tað verður ikki á hesum sinni.
Sum skilst roynir 21 ára gamli verjuleikarin at spæla seg til ein sáttmála hjá Viking Stavanger, sum spælir í bestu deildini í Noregi. Um tað ikki eydnast krevur Ålgard, har Rógvi Baldvinsson er sáttmálabundin, eina ov stóra upphædd fyri hann.
Kenneth Monsen er eisini 21 ára gamal. Hann er miðvallari. Hóast hann stóð seg væl undir venjingunum, metti B36 ikki, at hann er ein, sum av álvara kann gera mun í hesum kappingarárinum.