Rógvi fekk fult

KR tykist vera í legu, har teir vinna aðru hvørja ferð og tapa aðru hvørja ferð

Fótbóltur

Í morgin, leygardagin 17. juni, er tjóðardagur í Íslandi. Hóskvøldið vórðu fleiri dystir spældir í 7. umfari í landskappingini.
KR, sum tykist vera komið í rillu, har teir tapa aðru hvørja ferð og vinna aðru hvørja ferð, hevði vitjan av Víkingi, sum eisini er úr Reykjavík. Mánakvøldið tapti KR 2-0 í Vestmannaoyggjum. Hóskvøldið høvdu teir leikliga yvirvág, men tað gekk illa at fáa mál. At enda eydnaðist tað. Vísarin var farin ein minutt út um vanligu leiktíðina, tá ið teir skoraði sigursmálið til 1-0.
Rógvi Jacobsen var alla tíðina í KR álopinum. Eftir dystin undraðust KR menn um, at dómarin ikki hevði bríkslað fyri brotssparki og reyðum korti til málverjan hjá Víkingi, tí hann skuldi hava hevnt seg inn á Rógva Jacobsen.
Símun Samuelsen og Keflavík taptu mánakvøldið 2-1 á útivølli móti Fylkiri. KR er nummar trý við tólv stigum, og Keflavík er nummar sjey við sjey stigum. Meistararnir í FH eru á odda við 19 stigum, og Fylkir er næstfremst við 12 stigum.