Rógvi er meistari

Fyrrapartin verður tað greitt, um Sandavágur fer at vinna øll trý tey ovastu plássini í FM kappingini í talvi fyri einstaklingar

Klokkan 11 verður farið undir níggjunda og síðsta umfar í ársins FM kapping í talvi fyri einstaklingar.

Tað verður kappast í Skúlanum á Giljanesi. Kappingin er almenn, og tá ið níggjunda umfar verður av, verða heiðursmerki og steyp handað meistarum og trimum teimum bestu í øllum kappingunum – umframt landsliðsbólkinu  og unglingabólkinum verður eisini kappast í fyrsta bólki og almenna bólkinum.

 

Undan síðsta umfari er tað greitt, at FM vinnarin í 2016 eitur Rógvi Egilstoft Nielsen, sum harvið endurtekur sigurin í FM kappingini. Í fjør vann hann kappingina, sum var í Skúlanum við Løgmannabreyt.

 

Í áttanda umfari, sum var telvað í gjár, endaði tað remis millum Rógva Egilstoft Nielsen og Carl Eli Nolsøe Samuelsen, sum undan umfarinum var næstfremstur – hálvt annað stig aftanfyri oddafiskin. Tá ið fimm leikir vóru fluttir, tóku teir báðir í hondina á hvørjum øðrum. Harvið endaði talvið remis, og harvið var tað greitt, at tað fór ikki at bera nøkrum til at røkka úrtøkuni hjá Rógva Egilstoft Nielsen, sum tískil aftur í ár er meistari í talvi fyri einstaklingar.

 

Higartil hevur Rógvi ikki tapt nakað talv í hesi kappingini. Tað kann væl hugsast, at talvið hjá honum í dag eisini verður stutt, og at tað fer at enda remis. Tá ið FM heitið er komið til høldar, og úrslitið í síðsta umfari ímóti lærumeistaranum, Torkili Nielsen, onga ávirkan fer at hava á, hvør vinnur silvur og bronsu, so kann tað vera, at teir ikki fara at sita so leingi og totast yvir talvinum.

 

Í gjár endaði tað remis millum Høgna Egilstoft Nielsen og Torkil Nielsen. At tað endaði javnt kom ikki av tí, at feðgarnir hvør í sínum lagi ikki stríddust fyri at vinna. Talan var um spennandi uppgerð, har Torkil við svørtum í eina løtu kroysti mótstøðumannin sera nógv, men so broyttist gongdin. Báðir vóru ein leik frá at fáa frúgv upp, tá ið talvið endaði remis orsaka av endurtøku av leikum. Tá hevði Høgni frúgv og fimm finnur, meðan Torkil hevði rók og bisp og fimm finnur.

 

Silas Eyðsteinsson vann í gjár við svørtum á Martini Poulsen. Tað bar við sær, at tað undan níggjunda og síðsta umfari eru tríggir telvarar úr Sandavágs Talvfelag á trimum teimum fremstu plássunum – Rógvi Egilstoft Nielsen, Carl Eli Nolsøe Samuelsen og Silas Eyðsteinsson.  Teir báðir seinni nevndu hava 5 stig og kappast um næstfremsta plássið. Í gjár vann Silas ímóti Martini Poulsen.

Hans Kristian Simonsen er eitt hálvt stig aftanfyri teir báðar – Carl Eli og Silas. Í gjár vann hann ímóti Finnbjørn Vang, og í dag hevur Hans Kristian í innanhýsis uppgerð við Silas Eyðsteinsson møguleika at tryggja sær heiðursmerki og samstundis at trýsta Silas av heiðursmerkjaplássi.

 

Mótstøðumaðurin hjá Carl Eli í dag er Tummas Martin Sólsker, sum í gjár tapti ímóti Sjúrði Thorsteinsson.

 

Støðan undan níggjunda og síðsta umfari:

Rógvi Egilstoft Nielsen 6 ½ stig, Carl Eli Nolsøe Samuelsen og Silas Eyðsteinsson 5 stig, Hans Kristian Simonsen 4 ½ stig, Høgni Egilstoft Nielsen og Martin Poulsen 4 stig, Torkil Nielsen og Sjúrður Thorsteinsson 3 ½ stig, Finnbjørn Vang 2 ½ stig og Tummas Martin Sólsker 1 ½ stig.

 

Níggjunda umfar

Páskaaftan klokkan 11.00

Silas Eyðsteinsson – Hans Kristian Simonsen

Sjúrður Thorsteinsson – Martin Poulsen

Carl Eli Nolsøe Samuelsen – Tummas Martin Sólsker

Torkil Nielsen – Rógvi Egilstoft Nielsen

Finnbjørn Vang – Høgni Egilstoft Nielsen