Rógvi er framtíðar maður í Aberdeen

Venjarin hjá Aberdeen heldur, at ungur føroyskur verjuspælari er framtíðar spælari á besta liðnum hjá felagnum

Fótbóltur

 

18 ára gamli Rógvi Holm er ein framtíðar maður á besta liðnum hjá Aberdeen.

 

Tað heldur í øllum førum venjarin Jimmy Calderwood, sum sambært blaðnum Aberdeen Evening Express, rósar føroyska verjuspælaranum.

 

Rógvi Holm hevur verið í Aberdeen seinastu mánaðirnar, og hann hevur spælt fyri eykaliðið hjá felagnum.

 

- Mær dámar sera væl her í Aberden, og tað hevur eisini gingið væl við fótbóltinum. Mítt mál er at fáa nógvar dystir við eykaliðnum í hesum kappingarárinum og flyta meg rætta vegin, sigur Rógvi Holm við Aberdeen Evening Express.

 

Tveir aðrir føroyskir spælarar hava roynt seg í Aberdeen seinastu tíðina. Teir eru Gilli Sørensen og Hallur Hansson, sum báðir eru 16 ára gamlir.