Yrkisleiðin hjá Rógva Jacobsen í norska Hødd IL er byrjað. Toppskúttin á landsliðnum er í hesi løtu á veg til Norra. Fyri jól undirskrivaði Rógvi Jacobsen sáttmála við felagið Hødd IL, sum spælir í næstbestu, norsku deildini. Nú byrjar yrkisleiðin.
Rógvi Jacobsen fer seinnapartin til Norra, og mánadagin er fyrsta venjingin á skránni.
- Hetta er ein góð kensla, nú eg fari avstað, sigur Rógvi Jacobsen.
Hoyr samrøðu við Rógva Jacobsen í tíðindunum á Rás2 klokkan 15.
Í seinnapartssendingini á Rás2, sum byrjar her eftir tíðindini klokkan 15, verður meira at frætta um felagið ?Hødd IL?. Heri Simonsen fer tá at práta við Øyvind Haram, journalist í NRK, sum fer at greiða frá viðurskiftunum kring norska felagið.










