Rógvi endaði í miðverjuni

KR spældi mánadagin ímóti Brann í La Manga Cup, og dysturin endaði við javnleiki 1-1. Hetta var triði dysturin hjá KR á La Manga, og fyrsti dysturin har tað eydnaðist at fáa stig. Undan hesum dystinum hevði KR tapt 1-0 ímóti Tromsø og 4-2 ímóti Krylia Sovetov. Longu í fyrra hálvleiki av dystinum mánadagin noyddust tveir spælarar hjá KR út við skaða, og tað hevði við sær, at Rógvi Jacobsen, sum byrjaði dystin á miðvøllnum varð settur í miðverjuna at spæla. Rógvi er nú farin til USA, har hann verður á venjingarlegu saman við føroyska landsliðnum næstu 10 dagarnar.