12-ára gamli Rógvi Joensen gjørdist ein verulig gerandishetja tá hann týskvøldið bjargaði vinmanni sínum, javngamla Áka Petersen, frá tí vissa druknideyða Tað, sum skuldi verða ein hugnalig sílafiskiløta, endaði í stórum dramatikki og við Rógva Joensen úr Sørvági í hetjuleiklutinum.
Knappliga, meðan teir báðir vinmenninir standa og fiska, dettur Áki Petersen framyvir og út í ánna. Hann hevði av ókendari orsøk mist vitið.
Tá Rógvi sá, at her var heilt galið, leyp hann út í ánna og fekk høvdið á Áka upp um vatnskorpuna. Lukkutíð komu tvær gentur framvið og Rógvi rópti á tær og bað tær fáa fatur á hjálp. Stutt eftir komu tveir dreingir til hjálpar og Rógvi bað teir ringja 1-1-2 at fáa fatur á sjúkrabili.
Ein annar drongur kom til og fór út í ánna at hjálpa Rógva at fáa Áka upp á turt. Eftir tað var hent fóru teir báðir undir at veita Áka fyrstuhjálp, tí Áki andaði ikki.
- Eg havi ongantíð lært fyrstuhjálp, men eg havi sæð tað ofta í sjónvarpinum, segði Rógvi við Sosialin.
Við at geva munn-til-munn og hjartamassagu fekk Rógvi lív aftur í Áka sum eftir at hava hostað nakað av vatnið upp aftur byrjaði at anda.
Mamma Áka, Randi Petersen, var ovurfegin um bragdið, Rógvi hevði útint.
- Hann er ein verulig hetja. Hevði hann ikki reagerað sum hann gjørdi, var hann ikki á lívi í dag. Eg kann ikki takka honum nokk, segði Randi Petersen.
Lesið alla søguna í Sosialinum, sum kom á gøtuna seinnapartin í dag