Íslendingar, frændir Føroyinga fyri vestan, halda á 5. sinni Strandbergsmótið í Talvi: ?Æskan og Ellin? - ?Yngri og Eldri?.
Fyriskipararnir hava í ár valt at bjóða 4 føroyingum til kappingina: 2 ?Æskan? og 2 ? Ellin?. Heiðurslimur TSF, Gutti Petersen og Gunnar Joensen umboða eldra ættarliðið, meðan Rógvi Eglistoft Nielsen og Hjalti Toftum Jógvansson, við støði í føroyska styrkilistanum, umboða yngra ættarliðið.
?Æskan? eru telvarar sum eru 15 ár og yngri, meðan ?Ellin? eru telvarar sum eru 60 ár eldri. Telvaði vórðu 9 umfør leygardagin, har umhugsunartíðin var 7 minuttir til talvið.
Tað vórðu yngru telvararnir sum vunnu kappingina ?Æskan og Ellin? 2008 !
Og heilt einastandandi væl hilnaðist tað hjá Rógva Egilstoft Nielsen, sum gjørdist nr. 2 av teim 74 luttakarunum. Og í veruleikanum var tað um reppið, at Rógvi ikki tók sigurin, tí tá semja varð um javnleikin ímillum vinnaran Hjørvar Steinn Gretarsson og Rógva, hevði íslendingurin 5 sekund á klokkuni.
Endastøðan í oddinum gjørdist:
1. Hörvar Steinn Grétarsson (8)
2. Rögvi Eglistoft Nielsen (7½)
3. Sigurður Herlufsson (7) (43.0)
4. Daði Guðmundsson (7) (42.5)
5. Patrekur Maron Magnússon (7) (37.5)....
15. Hjalti Toftum Jógvansson (6), 26. Gutti Petersen (5), 36. Gunnar Joensen (4½).
Íalt vóru 74 luttakarar, skrivar Talvsamband Føroya.