Rógvi Egilstoft Nielsen í EB/Streymi

Meistararnir í EB/Streymi hava í kvøld skrivað undir sáttmála við Rógva Egilstoft Nielsen. Tað veit heimasíðan hjá felagnum at siga. Rógvi hevur higartil umboðað 07 Vestur, har hann í 2009 fyrstu ferð var á besta liðnum. Tá var hann bara 16 ára gamal.

 

20 ára gamli verjuspælarin er sera evnaríkur. At EB/Streymur hevur skrivað undir avtalu við sandavágsmannin er ivaleyst greið ábending um, at tað verður roknað við honum sum uppløgdum avloysara í miðverjuni undir liðini á Marna Djurhuus. Superveteranurin Egil á Bø hevur røkt tann sessin, men Egil hevur ikki luttikið í fyrstu venjingunum í ár, og tað kann væl vera, at hann als ikki verður á besta liðnum í ár.

 

Í fjør var Rógvi Egilstoft Nielsen ikki so nógv á liðnum hjá 07Vestur. Orsøkin var tann, at hann fyrsta stóra partin av kappingini var illa plágaður av skaðum. Nú er Rógvi komin orduliga fyri seg aftur, og tað verður altso á meistaraliðnum í EB/Streymi, at hann í ár fer at vísa síni góðu fótbóltsevni.

 

 

Mynd: Jógvan Páll Joensen, nevndarlimur í FSF, handar Rógva gullheiðursmerki fyri at gerast vinnari av 1.deild 2012.