Í annaðkvøld letur flytingarvindeygað í føroyskum fótbólti aftur. Tað er tá seinasta freist hjá feløgum í Effo-deildini at knýta nýggjar leikarar afturat núverandi hópunum.
Eitt av feløgunum, sum longu hevur styrkt seg einaferð meðan flytingarvindeygað hevur verið opið, eru uppflytararnir av Skála, sum fyri góðari viku síðani boðaðu frá at teir høvdu heinta ein nýggjan svenskan miðvallara inn.
Í kvøld hava teir fingið ein leikara afturat í hópin. Norðlýsið skrivaði í gjárkvøldið, at Skála arbeiddi við at leiga EB/Streyma liðskiparan, Rógva Egilstoft Nielsen, tað sum eftir er av kappingarárinum, og sambært góðum keldum hjá Miðlahúsinum, vandi Rógvi Egilstoft Nielsen í kvøld fyri fyrstu ferð við Skála.
Talan er um leigusáttmála fyri restina av kappingarárinum, av tí at EB/Streymur longu nú í hálvuni so gott sum er flutt upp í Effo-deildina aftur, og tískil koma at hava lítið og einki at spæla fyri í seinnu hálvu.










