Rógvi dumpaði

Norska vikublaðið, sum fylgir IL Hødd gjølla, gevur Rógva Jacobsen serstakliga vánaligt ummæli eftir tapið sunnudagin.

– Av øllum teimum vánaligu hjá Hødd var Rógvi í einum klassa fyri seg. Hann vann ikki ein luftdyst, og var nóg illa í ferð, sum hjá heilsurennandi. Óskiljandi, at hann fullførdi dystin, skrivar blaðið um avrikið hjá landsliðsleikaranum, og gevur hon vánaligasta skotsmálið, man kann fáa. Sture Fladmark, venjari hjá IL Hødd, var heldur ikki nøgdur við føroyska landsliðsleikaran. Hann sigur tó, at tað ikki vóru einstakir leikarar, sum vóru orsøk til 3-2 tapið fyri Nybergsund, men at Hødd tapti sum lið.