Rógvi Poulsen hevur síðstu tíðina vant við Crewe Alexandra, sum spælur í League Two, ið er fjórðbesta deildin í Onglandi. Nú tykist greitt, at Rógvi Poulsen fyribils heldur fram í felagnum til summar.
– Eg eri væl móttikin og fólkið kring felagið er sera fyrikomandi. Liðið spælir góðan fótbólt og hugurin at halda fram her er góður. Crewe er akkurát eg, sigur 21 ára gamli miðvallarin, sum er vaksin upp í AB, men seinnu árini hevur spælt við HB.
Eykaliðið hjá Crewe spældi í gjár venjingardyst ímóti Liverpool. Úrslitið gjørdist eitt tepurt 1-0 tap, men sjálvur spældi Rógvi ein góðan dyst og hevði onkrar góðar møguleikar. – Eg eri ongantíð nøgdur við míni egnu avrik, men eg haldi eg spældi nøkunlunda væl í dag, sigur hann.
Heimasíðan hjá Liverpool nevndi eisini tveir av møguleikunum hjá Rógva Poulsen, og somuleiðis visti hon at siga, at Liverpool-venjarin, Kenny Dalglish, var til dystin. Rógvi hevði tó ikki stundir at hyggja at áskoðarunum, meðan hann spældi, so hann segði seg ikki varnast at Kenny Dalglish var millum áskoðarnar.
– Eg skilji ikki ordiliga, hvussu vit taptu dystin, tí vit raktu stengurnar fýrar ferðir og brendu brotsspark. Omaná tað heila, so var málið hjá Liverpool sera heppið, sigur Rógvi Poulsen, sum fyribils bara hevur loyvi at spæla við eykaliðnum. Arbeitt verður við at fáa øll viðurskifti upp á pláss, so hann eisini kann spæla á besta liðnum.