Tað hevur hilnaðist væl í gjár og fyrradagin hjá teimum báðum føroyingunum í íslendskum fótbólti.
Fyrradagin vann Keflavík 2-1 á heimavølli móti Víkingi. Sigursmálið fingu teir í evstu løtu. Símun Samuelsen var alla tíðina í álopinum hjá Keflavík. Í gjár vann KR 2-1 í Akranesi. Rógvi Jacobsen var alla tíðina í KR álopinum. Rógvi legði upp til 1-0 málið, tá ið 20 minuttir vóru farnir. Tríggjar minuttir fyri leiklok, tá ið støðan var 2-1 til KR, var Rógvi aftur í brennideplinum. Tá varð ÍA málverjin rikin av vølli fyri at hava sligið Rógva Jacobsen.









