Rógvi Baldvinsson var í Føroyum og vandi við B36 undan kappingarbyrjan í 2011. Tá kravdi Ålgård næstan eina hálva millión krónur fyri landsliðsspælaran. Tí bleiv avtalan ikki til nakað, og B36 fekk Jónas Flindt Rasmussen.
Sambært Sunnmrposten, so hevur sama kravið, ið Ålgård hevur rætt til at krevja fyri uppaling av spælaranum, sett kílar í skifti til bæði Bryne og Sandnes Ulf.
Fyrr í mánaðinum bleiv miðverjin 23 ár. Tað merkir at Ålgård ikki kann krevja uppalingargjaldið longur.
Keldur hjá portalinum siga, at B36 nú aftur arbeiður við at fáa miðverjan til felagið. B36 er eisini eitt av liðnum, sum liggja framvið eftir Gilla Sørensen. Sum skilst, so eru eisini HB, Víkingur og møguliga EB/Streymur áhugaði í at knýta unga framherjan at hópinum, umframt TB, sum hann umboðaði farna kappingarár.