Rógvi Baldvinsson til Bristol Rovers

22 ára gamli føroyski landsliðsleikarin Rógvi Baldvinsson skal framyvir umboða Bristol Rovers, sum spælir í League 2 í Onglandi. – Hetta er hevur alt gingið so sera skjótt. Tað er bara ein vika síðani, at teir settu seg í samband við meg, greiðir Rógvi Baldvinsson frá.

 

Bristol Rovers og norska felagið Ålgård eru komin ásamt um treytirnar fyri, at Rógvi skal skifta felag.

– Nú fari eg so til Onglands mánadagin, har eg skal til læknakanning, men eg eri væl fyri, sigur Rógvi, sum ikki stúrir fyri hesum partinum.

 

Rógvi heldur, at tað eru landsdystirnir, hann hevur spælt, ið eru orsøkin til, at Bristol Rovers hevur fingið eyguni upp fyri honum.

– Og so er tað ikki óhugsandi, at Brian Kerr kanska havt ein fingur við í spælinum, sigur hann.

 

Talan er um ein fulltíðar sáttmála, ið Rógvi Baldvinsson hevur gjørt við Bristol Rovers, sum verður galdandi í tvey ár.