Fleiri bátar og húsvognar eru longu komnir til Vestmanna, og væntandi er, at sum dagurin í dag gongur, fer rættiliga at rúgvast upp við bátabrúgvarnar og á plássinum á bryggjuni, har húsvognarnir halda til.
Tann stóri dagurin á bátastevnuni verður i morgin, tá allur bátaflotin, sum verður við í siglingini, savnast undir Fútakletti klokkan 14.30 og síðan stevnir inn á Vestmanna.
Bara at síggja eitt slíkt bátafylgi sum tað, ið plagar at mynda ársins bátastevnu, er rættiliga hugtakandi.
Tá allir bátarnir eru komnir inn á Vestmanna og eru bundnir trygt við brúgvarnar, verður borðreitt við suppu og øðrum góðum í tjaldinum á bryggjuni.
Undanfarin ár hevur tað verið deksbáturin Ólavur, sum siglur fremstur í bátafylginum av Fútakletti og inn á Vestmanna.
Longu í gjár var langteinakappróður á Vestmanna, har kappast verður á 6000 metrum, og í kvøld klokkan 19 verður stórt barna-og ungdómstiltak í Ítróttarhøllini.
Á tiltakinum í kvøld luttaka eitt nú Sveinur Gaard Olsen, sum var við í finaluni í X-factor og eisini verður Ævintýraferðin við Búa Dam og Dánjali á Neystabø partur av tiltakinum.
Tað verða Frændur, sum fara at spæla til dansin í Ítróttarhøllini í Vestmanna í annaðkvøld.
Myndin, sum er viðheft hesum greinastubba, er tikin í Vestmanna í morgun.