Rógva út á Orion

Klaksvíkingar hava altíð róð út. Nú kunnu teir fara á net-café og rógva út á internetinum

Her eru eingir stampar og stykkir. Tíansheldur agnroykur og fiskimannatos.

Her eitur tað megahertz, surfing, E-meyl og chat.

Um dagarnar lat upp ein sokallað internetcafé í handilsmiðdeplinum í Klaksvík, har Brandal plagdi at halda til.

Í teimum ljósu og snotiligu hølunum standa 12 teldur við internetsambandi, sum norðoyingar og onnur kunnu leiga fyri 45 krónur um tíman. Tey, sum eru limir sleppa 10 krónur bíligari.

Hendan seinnapartin Sosialurin var inni á gólvinum var fullsett, og sagt verður frá stórum áhuga.

- Tað hevur verið fult allatíðina, sigur eigarin Allan Joensen, sum hevur møguleika, at víðkað um netcaféina, um tørvur verður á tí.

Seinnapartarnar er tað skúlaungdómurin, sum situr við knøttaborðini. Um kvøldarnar eru tað eisini tilkomin fólk, sum rógva út á digitalan altjóða sjógv, meðan útróðrarmennirnir hinumegin fjørðin rigga til at fara á Norðhavið.