Tað var ein heldur óvanlig støða, tá løgreglan í nátt handtók ein mann, ið nú verður skuldsettur fyri ikki at akta boðum frá løgregluni og fyri at hava hótt løgreglufólk við harðskapi.
Tað var um tvey tíðina í nátt, at løgreglan bleiv boðsend til Leirvíkar, har ein bilur var farin útav vegnum. Á staðnum bleiv mett, at talan var um eitt sokallað soloóhapp, har eingin annar enn hesi eini bilurin var partur av óhappinum.
Men meðan løgreglan er á staðnum og ger sítt arbeiði kemur ein lítil bólkur av monnum á staðið og byrjaði at órógva løgregluna.
Av tí at løgreglan ikki fekk arbeiðsfrið, fingu teir boð um at fara burtur av staðnum. Men heldur enn at akta boðunum, bleiv orðavalið hjá tí eina so mikið ógvusligt, at hann bleiv handtikin og verður nú skuldsettur fyri at hótta løgregluna við harðskapi, upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini.
Sambært vakthavandi á løgreglustøðini var viðkomandi ávirkaður av rúsdrekka, tá hann bleiv handtikin, men hvørki hann ella vinmenninir vóru partur av sjálvum ferðsluóhappinum, ið løgreglan kannaði.

Órógvaði og hótti løgregluna

