Rógva aftur á aftur

Tað gleðiliga hendi at í fiskiveiðiavtaluni við Russland bleiv kvotan økt við 2.000 tons av toski umframt 2.000 tons av upsa

Sum øll vita hava djúpvatnstrolararnir havt eitt sera soltið ár, serliga orsakað av tí høga oljuprísinum, og tí hevur ein partur av flotanum ligið í mánavís.

 

Eg skal ikki blandað meg uppí orðaskifti um sáttmálin við russar er góður ella minni góður, men minna á her er eitt gilt høvið at geva djúpvatnstrolarunum eitt skump tann rætta vegin, við at byta tann økta parting av kvotuni ímillum djúpvatnstrolararnar.

 

Grundin til at eg komi við hesum reglum er at hetta er roynt fyrr við góðum úrslitið.

 

Tað var mitt í hálvfemsunum tá kvotan Eystanfyri hækkaði munandi, og fiskiskapurin her heima var vánaligur, tá bleiv hækkaða toskakvotan bytt millum annað til djúpvatnstrolaranar. Hetta gav fleiri av bátunum eini tveir toskatúrar í part eystanfyri. Tað vóru ikki øll sum vóru glað fyri hesa avgerð sum tá var tikin, men eg vil minna á at við hesi øktu kvotu so verður einki tikið frá teimum sum hava kvotu í Barentshavinum frammanundan. Eini 200 tons í part vil geva eitt íkast uppá eini 4. milliónir krónur til hvønn bátin. Harumframt kundi størsti parturin verður landaður í Føroyum.

 

Sostatt kundu bátarnir fingið ein góða begynning uppá árið og samstundis partvís fiska seg burturúr truppulleikunum.

 

Vælsiganði samgongufólk hugsið um hendan møguleikan.