Úr Guantanamo í kríggj

Amerikanska verjumálaráðið Pentagon vil vera við, at fleiri av monnunum, sum eru latnir leysir úr fangaleguni í Guantanamo, hava tikið virksemið sum stríðs- og yvirgangsmenn uppaftur. Talsmaðurin hjá Pentagon sigur, at myndugleikarnir hava prógv fyri, at 18 fyrrverandi Guantanamo-fangar eru farnir aftur í bardaga, og at illgruni er um, at 43 aðrir fáast við yvirgangsvirksemi. Verjumálaráðið sigur seg hava upplýsingarnar frá fregnartænastum í fleiri londum, men ráðið vil ikki siga, hvørji lond hava latið upplýsingarnar.