Í løtuni er høvi at síggja eina røð av blýants/pennamyndum hjá listamanninum Josiasi Matras í Leikalund í Klaksvík. Josias er føddur og uppvaksin á Vágsheygnum, og hóast myndirnar ikki hava heiti, er tað týðiligt, at íblásturin kemur úr grannalagnum har um leiðir. Onkur mynd er úr Trøllagili, meðan aðrar leita sær longur niðan móti Borðoyarvík og neystunum har.
Aftur á gamlar gøtur
Josias hevur málað og teknað síðani hann var heilt ungur og hevur verið við á fleiri Norðoyastevnu- og Ólavsøkuframsýningum. Við jøvnum millumbilum hevur hann verið á skeiðum í myndlist uttanlanda, og gjøgnum árini hevur hann roynt seg við bæði vatnlitsmyndum og oljumálningum frá tí naturalistiska til tað meir abstrakta.
Hesuferð tykist hann tó at leita aftur á gamlar gøtur, bæði tá tað snýr seg um myndevni frá nærumhvørvinum og tann meir einfalda skitsuteknikkin. Og tað er júst tað einfalda, sum ger hesar myndirnar hjá Josiasi so hugtakandi, og sum beinanvegin sannførir áskoðaran um, at listamaðurin dugir sítt handverk og meir enn tað. Við einfaldum strikum og lættari hond manar hann fram lív og dýpd í einsamøllu húsini og tómu neystini, sum uttan annað hóvasták spakuliga fáa ein heilt serligan friðsælan og heimligan dám yvir seg.
Myndirnar hjá Josiasi verða at síggja í Leikalund í nakrar dagar afturat.











