Úr Glyvra Bio í Løkshøll - gjørdi John Lennon nakran mun?

Leygarkvøldið 23. oktober kl. 19:30 verður eitt tónleikabrak í Løkshøll í Runavík. Konsertin verður ein tíðarferð í ljómleiki úr Glyvra Bio í Løkshøll. Glyvra Bio, sum enn hýkur uppi, var í sínari tíð ein av megindeplunum hjá nýggja tónleikinum, ið dagaði undan fyri hálvt hundrað árum síðani, og í mong ár var hon eitt slag av Mekka hjá føroyska popp- og rocktónleikinum, har allir teir bestu bólkarnir í tí sjangruni hava roynt síni kynstur. Uppvakstrarstað hjá túsundum av ungdómum. Fyri kortum varð avloysarin, ein tann frægasti konsertskálin í landinum, smíðaður í Runavík, ? Løkshøll.

Nú, 70 ár eftir at John Lennon varð borin í heim, 40 ár eftir at The Beatles góvust og 30 ár eftir skotríðurnar í New York, er stundin komin til at taka saman um hesa hálvu øldina í nýggja stásiliga konserthúsinum í Runavík.

Tað er ikki rusk sum mannar ljóðførini, sveiggjar plektarunum og syftir trummustokkunum í Runavík í góðar tveir tímar leygarkvøldið hin 23. oktober. Tað er hinvegin kremið av føroyskum tónleikarum og bólkum, sum veruliga fara at hita upp til stóru mentanarvikuna í býnum í viku 44, táið kenda altjóða ráðstevnan FaroeExpo eisini fer av lunni.

Skráin:

?Sámal Ravnsfjall, alkendur trubadourur úr Miðvági, syngur og spælir á guitara og munnhørpu.

?Niclas Johannesen, kendur glyvramaður og kona hansara Lena Anderssen syngja og spæla.

?Páll Jacobsen, á Sýnuni, fer í 10 minuttir at hugleiða um skamtalopið hesi árini við støði í turbolentu tíðini í Glyvra Bio.

?Kári Sverrisson, staðbundin kosmopolittur, fer við sínum ljómliði at spæla nakrar av sangunum hjá The Beatles og John Lennon frá seinru hálvu av 60-árunum og frá sjeytiárunum.

?Thunderbirds úr Vestmanna, gitnir sangarar og ljóðførisnillingar, sum tíðum spældu í Glyvra Bio í sekstiárunum, ein tann kendasti bólkurin í landinum nakrantíð, enda konsertina.