Seinastu dagarnar hevur verið nakað av skriving í bløðunum um skipanina við sjúklingavegleiðara á Ríkissjúkrahúsinum og Hotel Tórshavn, sum verður niðurlagt sum sjálvstøðugt starv. Okkurt av tí, sum hevur verið ført fram, kundi givið fólki fatan av, at tað er tænastan, sum Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark hevur til sjúklingar, sum talan er um. Tað er tí umráðandi hjá okkum at gera vart við, at tað ikki er talan um hesa ráðgevingina. Vit hava síðani 1. apríl 1995 arbeitt ein dag um vikuna á Hotel Tórshavn, har sjúklingar og teirra avvarðandi hava fingið ráð og vegleiðing í sosialum, fíggjarligum og persónligum viðurskiftum. Hetta er partur av virkseminum hjá sjálvognarstovninum Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark.
Ráðgevingin hevur drúgvar royndir síðandi 1984 við ráðgeving av føroyskum sjúklingum og teirra avvarðandi. Okkara meting er, at tørvur er á einum føroyskum sjúkrarøktarfrøðingi, sum arbeiðir burturav sum sjúklingavegleiðari. Tað hevur stóran týdning fyri sjúklingarnir og tey avvarðandi, at tey hava ein persón at venda sær til, ein at tosa við um trupulleikarnir, ein sum kann fara við til læknasamrøður, ein sum kann tosa við deildina um trupulleikar stinga seg upp, ein sum regluliga vitjar innlagdar sjúklingar og ein sum tryggjar kontinuitetin í samstarvinum millum tann einstaka og sjúkrahúsverkið í Føroyum og Danmark.
Arbeiðuppgávurnar hjá sjúklingavegleiðaranum liggja ofta nær ella í samband við okkara virksemi og sjúklingavegleiðarin er tí ein týðandi samstarvsfelagi hjá Ráðgevingini. Arbeitt varð í fleiri ár fyri at fáa sett ein sjúklingavegleiðara og tað er okkara sannføring at tørvurin er stórur og undrar tað, tá tað nú uttanumvegis frættist, at hendan tænastan skal avtakast sum sjálvstøðugt starv, tí tørvurin ikki er har.
Um játtanin til sjúklingavegleiðaran skal nýtast til avloysarar og vegleiðararbeiðið skal leggjast út til 8 ymiskar sjúkrarøktarfrøðingar við skiftandi vaktum, er ongin ivi um, at tænastustøðið lækkar. Hetta er sera harmiligt, tá hugsað verður um, at enn fleiri sjúklingar fáa brúk fyri einum sjúklingavegleiðara í framtíðini, tí færri sjúklingar fáa játtað fylgjara við sambært nýggju kunngerðini.