Ráðgevi Jeltsins vitjar løgmann

Nikolaj Bordyuzha, russiskur sendiharri í Danmark og fyrrverandi ráðgevi hjá Boris Jeltsin, kom týsdagin til Føroya á almenna vitjan


 

Samstarvsviðurskiftini millum Føroyar og Russland sum heild vera á skránni, tá russiski sendiharrin, Nikolaj Bordyuzha, mikumorgunin skal hitta løgmann í Tinganesi.

Nikolaj Bordyuzha, sum var ein av ovastu ráðgevunum hjá fyrrverandi forsetanum, Boris Jeltsin, kom til Føroya við rutuflogfari fyrrapartin í gjár.

Umframt at tosa við løgmann um samstarvsviðurskifti, skal russiski sendiharrin hitta umboð fyri Fiskimálastýrið, Bjarna Djurholm, lkandsstýrismann í vinnumálum, umboð fyri vinnuna og aðrar myndugleikar.


Nógv samstarv við russar

Føroyska samstarvið við russar er sambært Løgmansskrivstovuni nógv økt seinastu árini. Vit hava nógv størri samstarv við Russland, enn vit hava við stórveldið vestanfyri, USA.

Nógv bendir eisini á, at samstarvið við russland fer at økjast enn meira. Arbeitt verður í løtuni við einum fríhandilssáttmála við Russland, ið uttan iva fer at verða til stóran fyrimuns fyri føroyska vinnu.

Og russiski sendiharrin skal eisini hitta ein part av føroysku vinnuni. Hann skal eta og fundast saman við Føroya Reiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Russiski sendiharrin hevur trý fólk í fylgi við sær á ferðini í Føroyum. Sendiharrin fer avstað aftur fríggjakvødlið.