Ráðgevarabankin á heimasíðu

Ráðgevarabankin, ið er sambandið millum íverksetan og ráðgeving, er nú at finna á heimasíðuni hjá Vinnuframagrunninum. Nú er Ráðgevarabankin at finna á vfg.fo, sum er heimasíðan hjá Vinnuframagrunninum.

Endamálið við Ráðgevarabankanum er at gera tað lættari hjá íverksetarum at finna røttu ráðgevingina, tá ið farið verður undir nýtt virksemi, ella tá ið kapitalgrundarlagið í virkinum skal hækkast.

Íverksetarar søkja um stuðul til ráðgeving við at venda sær til Vinnuframagrunnin. Um umsóknin verður gingin á møti, hevur íverksetarin rætt til ráðgeving frá ráðgevum, sum Vinnuframagrunnurin hevur góðkent.

Tey, ið ynskja at bjóða seg fram sum ráðgevar, kunnu skráseta seg í Ráðgevarabankanum. Ráðgevar, ið skráseta seg í Ráðgevarabankanum, skulu hava í minsta lagi 3 ára royndir innan tað økið, ráðgivið verður í. Vinnuframagrunnurin ger av, um skrásetingin verður almannakunngjørd í Ráðgevarabankanum.

Vinnuframagrunnurin fer í næstum at skipa fyri kunningartiltaki fyri ráðgevar hjá íverksetarum, har ætlanirnar við Ráðgevarabankanum verða lýstar nærri.