Tveir av fremstu ráðgevunum hjá Lars Løkke Rasmussen hava sagt seg úr starvi. Tað er ósemja um strategisku avgerðirnar, sum fáa tveir av fremstu ráðgevunum hjá Lars Løkke Rasmussen at siga upp. Talan er um leiðaran av Venstres Center for Politik og Kommunikation, Søs Serup Laybourn, sum hevur starvast fyri Venstre í átta ár, og hevur í tíðarskeiðum verið persónligur ráðgevi hjá Løkke, bæði í Fíggjarmálaráðnum og í Forsætisráðnum.
Eisini miðlastjórin í Forsætisráðnum, Michael Helbo, gevst og fer í starv hjá ráðgevingarfelagnum, McKinsey & Company.
Í einum teldubrævi skrivar Søs Serup Laybourn til starvsfólkið:
- Eg eri ósamd í strategisku avgerðunum, sum eru tiknar, og soleiðis hevur tað verið í eina tíð. Tí má eg sjálvandi taka professionellu avleiðingarnar og siga starv mítt upp. Tað hevur verið ein heiður at veri við, bæði í Vinstra, Fíggjarmálaráðnum og Forsætismálaráðnum, opg eg vil fegin undirstrika, at eg ynski Vinstra alt tað besta, skriva donsk bløð.