Tá munnligir fyrispurningar vóru fyri á tingi mikudagin, setti Annita á Fríðriksmørk Hans Paula Strøm, landsstýrismanni tríggjar fyrispurningar um fosturtøku.
Í orðaskiftinum aftaná kom fram, at landsstýrismaðurin hevur ætlanir um at seta eitt ráðgevandi teimi í verk, sum skal hava til endamáls at ráðgeva kvinnum, ið ynskja fosturtøku framda.
Hetta teimið skal mannast av umframt einum lækna ? einum sálarfrøðingi, sosialráðgeva, einum presti og einum sjúkrarøktarfrøðingi.
? Hetta skal verða eitt tilboð til tær kvinnur, ið umhugsa fosturtøku. Á hendan hátt verða kvinnur vegleiddar og harvið betur førar fyri at taka eina slíka avgerð, segði Hans Pauli Strøm.
Danskt málsøki
? Hvat heldur landsstýrismaðurin um galdandi lóggávu á fosturtøkuøkinum? Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at broyta galdandi lóggávu í hesum valskeiðinum, og um so er, hvørjar broytingar kunnu væntast?
Hetta vóru teir tríggir spurningarnir, sum Annita á Fríðriksmørk setti Hans Paula Strøm, landsstýrismanni.
Landsstýrismaðurin svaraði, at tað er ongin ivi um, at galdandi lóggáva er gomul, og tískil kann tað verða, at dagføringar verða gjørdar á hana, so at hon gerst meiri tíðarhóskandi. Hann vísti á, at í verandi lóggávu sampakkar uppfatanin av kvinnuni als við nútíðina.
Viðvíkjandi beinleiðis broytingum á lóggávuna, segði Hans Pauli, at tað hevur løgtingið ikki heimild til, tí at ein rammulóg um tað føroyska heilsuverkið, sum varð gjørd í 1995, ikki umfatar fosturtøkuøkið.
? Tískil má økið yvirtakast ella ein fólkatingslógarbroyting til, um verandi lóggáva skal broytast, segði landsstýrismaðurin í svari sínum til Annitu á Fríðriksmørk.