Ráðgevandi nevndin á vitjan í morgin

Í morgin kemur Ráðgevandi nevndin viðvíkjandi Føroyum á vitjan og farið verður avstað aftur týsdagin tann 17. august

ÓLAVUR Í BEITI


Longu sama dag sum Ráðgevandi nevndin viðvíkjandi Føroyum er komin higar, miukudagin tann 11. august, verður fundir við Búskaparráðið. Tá ið hesin fundurin er liðugur, verður farið á fund við Landsbankan og byrjar hesin fundur kl. 17.

Hósdagin kl. 8.30 verður vitjað á Fiskimálastýrinum og eftir fundin sum er settur til ein tíma, verður farið á Fiskirannsóknarstovuna, kl. er tað Framtaksgrunnurin og kl. 12.15 verður fundast í Føroya Banka. Kl. 18.00 er fundur við Fíggjarmálastýrið.


Suðuroy

Fríggjadagin er fundur við Vinnumálastýrið, Føroya Sparikassa, Oljufyrisitingina og so við arbeiðsgevarar og arbeiðarafeløg. Eisini er fundur settur at verða við andstøðuna kl. 15.30 henda sama dag.

Leygardagin verður farið til Suðuroyar við »Tórshavn« og kl. 12.30 verður fundur við Vágs kommunu. Síðan verður farið við bussi til Akraberg, og seinni verður so gist á Hotel Øravík.

Sunnudagin fyrrapart verður vitjað í Fámjin, Sandvík og Hvalba og kl. 13.15 verður siglt av Hvalba við »Tórshavn« til havnar aftur.


»Soupér«

Mánamorgunin kl. 9.30 er fundur í Tinganesi við landsstýrið, og eftir henda fund gongur leiðin út á Fróðskaparsetrið. Kl. 13.30 verður farið við bussi til Oyrar, har vitjað verður á Rækjuvirkinum hjá O.C. Joensen, og seinni sama dag bjóðar Ríkisumboðið »soupér«.

Týsdagin tann 17. august endar so vitjanin hjá Ráðgevandi nevndini viðvíkjandi Føroyum.