Ráð fyri norðurlendskar barnabókmentir

Nýtt norðurlendskt ráð fyri barnabókahøvundar varð sett á stovn í Göteborg í dag Av Arnbjørn Ó. Dalsgarð

Norðurlendskar barnabókmentir skulu fram í ljósið, og barnabókahøvundar í Norðurlondum skulu hava betri kor at virka undir, bæði yrkisliga og fíggjarliga. Hesar vóru nakrar av niðurstøðunum, sum norðurlendskir barnabókahøvundar komu fram til á fundi í Göteborg í dag, har eitt nýtt norðurlendskt ráð fyri barnabókahøvundar varð sett á stovn.

Barnabókahøvundar í Norðurlondum hava ikki havt nakað norðurlendskt mót, har teir kunnu savnast at skifta orð um støðuna hvør hjá øðrum. Tí tók deildin hjá barnabókahøvundum í Sveriges Författarförbund stig til ein fund fyri norðurlendskar barnabókahøvundar mikudagin 26. september, við tí í hyggju at vita, um grundarlag var fyri at seta á stovn ein felagsskap fyri norðurlendskar barnabókahøvundar.

Eftir ein tveir daga fund, har trý umboð úr hvørjum rithøvundafelagi úr Finnlandi, Svøríki, Saapmi, Norra, Danmark, Føroyum og Íslandi luttóku, varð loksins funnið fram til, at felags áhugamálini hjá norðurlendsku barnabókahøvundum eru so mong, at grundarlag er fyri at hava eitt ráð fyri norðurlendskar barnabókahøvundar. Viðmerkjast skal, at hóast Grønland ikki varð umboðað á fundinum, er teirra felag eisini limur í ráðnum.

Fundurin samtykti eisini, at ráðið skal hava heitið REGNHLÍF - barnabókarithøvundaráð Norðurlanda. ?Regnhlíf? er íslendskt orð fyri regnskjól.

Úr Føroyum luttóku Dánial Hoydal, Marjun Syderbø Kjelnæs og Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð.