Amerikanska ráðfrúan fyri tjóðarinnar trygd, Kirstjen Nielsen, hevur lagt frá sær. Tað váttar amerikanski forsetin, Donald Trump, á Twitter.
Tað er eftir øllum at døma ónøgdin hjá Trump fyri lut hennara á friðskjóls- og flóttafólkamálinum, sum er orsøkin, skrivar sjónvarpsstøðin CBS.
– Kirstjen Nielsen fer úr starvi, og eg takki henni fyri tænastuna,skrivar Trump á Twitter.
Hann boðar samstundis frá, at hann hevur tilnevnt stjóran fyri amerikanska toll- og marknamyndugleikarnar, Kevin McAleenan, sum fyribils ráðharra.
Kirstjen Nielsen hevur verið ráðharri fyri tjóðarinnar trygd síðani desember 2017. Undir hennara leiðslu hevur ráðið havt ábyrgdina fyri at føra út í verki nógvar av umstríddu politisku avgerðunum hjá Donald Trump – eitt nú múrin eftir markinum til Mexico.
/ritzau/











