Úr Fiskimannafelagnum umborð á Carlton

- Eg havi meldað meg úr FF, sigur maðurin, sum eftir at hava verið raktur av mynstringarbanni í fleiri vikur, hevur valt at mynstra við aftur Carlton. 24. apríl boðaði maðurin Fiskimannafelagnum frá, at hann ikki longur ynskti at vera limur í fakfelag sínum. Tað upplýsir hann fyri Rás2.

Svarið, maðurin fekk frá Jan Højgaard, formanni í Fiskimannafelagnum, var í stuttum, at kundi hann útvega sær ein betri sáttmála sjálvur, so kundi hann altíð royna tað.

Maðurin sigur við Rás2, at hann tekur ikki undir við mynstringarbanninum, sum Fiskimannafelagið hevur sett fyri Carlton. Mynstringarbannið, ið hevur verið í gildi síðani 8. mars, hevur kostað honum væl yvir 100.000 krónur í mistari inntøku.

Heldur ikki dámar honum handfaringina hjá Fiskimannafelagnum av drúgvu trætuni við reiðaríið hjá Carlton.

Carlton roynir í løtuni eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi, og skipið landar veiðuna í Hetlandi.

Einki røkist annars fyri semju í drúgvu trætuni millum Fiskimannafelagið og reiðaríið hjá Carlton.

- Tað ber snøgt sagt ikki til at reka skipið, um vit ganga krøvunum frá Fiskimannafelagnum á møti, sigur Hanus Hansen, reiðari, við Rás2.

Hinumegin krevur Fiskimannafelagið, at manningin skal lønast eftir sáttmálanum fyri ídnaðarskip, ið gevur manningini 27 prosent av inntøkuni í hýru. Í dag fær manningin góð 23 prosent.