Ráfiskanøgdin er nógv minkað

Eru fiskavirkini ov nógv í tali, ella er neyðugt at fáa meira burtur úr teirri ráfiskanøgd, sum virkini hóast alt fáa hendur á?

Fiskavirkini

Tølini hjá grannskoðarafelagnum, Rasmussen & Weihe, vísa, at ráfiskanøgdin, sum fiskavirkini hava keypt, er nógv minkað, sum árini eru liðin.
- Nøgdirnar vuksu hvørt ár, sum greiningin fevnir um, fram til 2002, samstundis sum nýggj fiskavirkir eru komin.
Samlaða lækkingin í ráfiskanøgdini í tíðarskeiðnum, árini 2000-2004, er tilsamans 17,7% - og lækkingin árini, 2003-2004, er 13,6%.
Hetta merkir, at føroysku fiskavirkini hava ilt við at fáa fatur á nóg mikið av ráfiski til virkingar.
- Spurningurin er so, um vit hava ov nógv fiskavirki  ella, um neyðugt er at fáa meira burtur úr teirri ráfiskanøgd, sum virkini hóast alt fáa hendur á, sigur Bjarni Poulsen, sum hevði framløguna herfyri Rasmussen & Weihe.
Framleiðsluvirðið er í tíðarskeiðnum,
2000-2004, fallið 20,7%, men bruttovinningurin er einans minkaður 0,3%.
- Hetta stendst av eini munandi lækking í rávøruútreiðslum og hjálpitilfari. Hesar útreiðslur eru í nevnda tíðarskeiði minkaðar heili 30,5%.
Í greiningini verður víst á, at starvsfólkakostnaðurin er vaksin á hvørjum ári í tíðarskeiðnum, 2000-2002, og hann vaks serliga nógv í 2002, nevniliga 14,0%.
Í 2003 er starvsfólkakostnaðurin minkaður við 0,8% og aftur í 2004 við 5,6%.
- Posturin, "annar rakstrarkostnaður", sum eitt nú fevnir um streymgjald, oljunýtslu, viðlíkahald, reingerð, flutningsgjøld, skrivstovuhald, leigu og annað, er vaksin á hvørjum ári  og árini frá 2000-2003, er talan um ein vøkstur upp á 14,0%.
Rasmussen & Weihe siga, at hesin
postur er minkaður munandi aftur í 2004.