Fiskimálaráðið skipar í hesum døgum fyri óformligari hoyring av uppskoti um at steðga fiskiskapinum undir Føroyum ávís tíðarskeið. Ráfiskakeypararnir eru ikki spurdir -Tað undrar stórliga, at Føroya Ráfiskakeyparafelag ikki hevur fingið hetta mál til umrøðu. Tað eru okkara limir, sum virka meginpartin av fiskinum undan Føroyum, og sum selja vøruna á okkara marknaðum, sigur felagið á á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum.
Føroya Ráfiskakeyparafelag tekur undir við, at tað er rætt at fremja tiltøk fyri at verja fiskastovnarnar, men um tiltøk verða gjørt, er tað av alstórum týdningi, at hesi eru munagóð fyri fiskastovnarnar, í hesum føri toskastovnin, umframt at tey eru skipaði soleiðis, at tey eru til minst møguligan ampa fyri vinnuna. Ráfiskakeyparafelagið ivast stórliga í, um eitt veiðubann um jólini ger nakran veruliga mun fyri toskastovnin í hesum føri, tí hetta tíðarskeið er vanliga merkt av vánaligum veðri og smáligum fiskiskapi.
Framleiðslu- og útflutningsvinnan er í tí støðu, at tað er sera torført fyri ikki at siga ómøguligt at fáa nokk av starvsfólki. Verður flotin lagdur ávís tíðarskeið á árinum og starvsfólkini, sum eru tímalønt, tí ikki hava møguleikan at fáa inntøku, er ikki óhugsandi, at fleiri av teimum fara at leita sær eftir øðrum arbeiði. Útlendingarnir, sum virkini stríðast fyri at fáa arbeiðsloyvi til, skulu arbeiða 40 tímar um vikuna. Hetta er treytin í arbeiðsloyvinum. Tað verður sera torført hjá virkjunum at liva upp til hesi krøv, um flotin verður lagdur í ávís tíðarskeið.
Føroya Ráfiskakeyparafelag sigur seg at enda vóna, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hugsar seg um enn einaferð, áðrenn tiltøk verða sett í verk fyri at verja toskastovnin, soleiðis at tiltøkini verða munagóð fyri toskastovnin, og soleiðis at vinnan framvegis kann arbeiða og røkja síni starvsfólk og sínar marknaðir.