26. oktober 2007 skipar Ráfiskakeyparafelagið fyri einum tiltaki um handfaring av rávøru við denti á ymiskar kølihættir, superkøling av fiski, logistikkur og sporføri
Granskingarstjórin á íslendska granskingarstovninum Matis, Sigurjón Arason, og starvsfelagið hansara, Bjørn Margeirson, koma til Føroya at siga frá hesumevnum.
Harumframt fer Steinbjørn í Dali at greiða frá royndunum frá at íverkseta elektroniskt sporføri í fiskivinnuni, og Jóhanna á Bergi og Magni Arge fara at kunna um framtíðarætlanir innan flutning av fiskavørum.
Tiltakið hjá Ráfiskakeyparafelagnum verður á Hotel Føroyum.