Eftir meira enn 30 ár á palli, takkar bólkurin R.E.M. nú fyri seg. Michael Stipe og restin av bólkinum søgdu í gjár, at teir nú hava megnað alt tað, sum teir vildu við bólkinum.
Hetta veit eb.dk í dag.
Í gjár segði bólkurin soleiðis á heimasíðuni:
-Til okkara vinir og fjepparar. Sum vinir og samstarvsfelagar í R.E.M. hava vit tikið avgerð um at steðga. Vit siga farvæl við einari kenslu av takksemi og æru. Til øll tey, sum hava lurtað og dámt okkara tónleika siga vit túsund takk.