Kvinnurnar úr Fuglafirði munnu vera favorittar at verða besti kappróðrarmanningin av øllum í ár.
Tær vunnu í Klaksvík, og tær vunnu í Hvalvík.
Í vikuni hava tær vant á Skálafjørðinum, og í dag endurtóku tær sigrarnar fyri einari og tveimum vikum síðani.
Aftur í dag var tað í stórum stíli, at Rádni tryggjaði sær sigurin. Hann legði seg fremst beinanvegin, tá ið fyrra startskotið ljóðaði Dómarin skeyt róðurin av, tí Skúgvur tjóðstartaði. Lítla løtu seinni royndu teir aftur. Tá var eingin trupulleiki, og tá gekk tað, sum tað gjørdi í fyrra førinum, og sum tað annars hevur gjørt fyrru ferðirnar í ár.
Beinanvegin eftir startskotið stakk Rádni seg fram um hinar. Sølmundur treiskaðist eina løtu, men tá ið málið var hálvrunnið tók tað at leingjast, og tá ið málið var hálvrunnið, var munurin ein bátslongd.
Á málinum var Rádni tvær bátslongdir undan Sølmundi, sum var uppaftur greiðari undan Fortunu. Kappingin um triðja plássið var stór, tí Páll Fangi var bara stavnin aftanfyri Fortuna.
1 Rádni 05:03:24
2 Sølmundur 05:08:03
3 Fortuna 05:15:09
4 Páll Fangi 05:15:12
5 Jarnbardur 05:20:19
6 Skúgvur 05:24:17 Gult kort