Talv
Talan gjørdist, samanumtikið, um ein sera tryggan sigur. Lyklaorrustuna ímóti IM Helga Dam Ziska varð vunnin trygt í 5. umfarinum og varð harvið størsta forðingin skúgvað til viks, til tess at náa oddin.
Rødgaard telvdi sigurin til høldar uttan tap og vann kappingina við 6½ stigi av 7 møguligum. IM Helgi Dam Ziska gjørdist nr. 2 við 6 stigum, meðan Torkil Nielsen vann 3. plássið við betri korrektión mótvegis Hjalta Toftum Jógvansyni, sum somuleiðis endaði á 3. plássinum, eisini við 5 stigum.
Oddurin gjørdist aftur hesuferð á leið sama myndin, sum í fleiri av undanfarnu 8 Grand Prix umførunum. Og aftur hesuferð argaðu 16 ára gomlu javnaldrarnir, Hjalti Toftum Jógvansson og Rógvi Egilstoft Nielsen, oddin. Løturnar har Rødgaard av álvara var á vandaleið, var júst ímóti hesum báðum unglingunum. Hetta myndaði seg ikki minst í javnleikinum hjá Rógva í seinasta umfarinum og har Hjalti koppaði Finnbjørn Vang.
Kappast varð somuleiðis um styrkisvirðislønir.
Ivaleyst væl upphitað frá NM fyri gentur í Stokholm farna vikuskifti, telvdi Sára Traber Olsen eina einastandandi góða kapping. Gjørdist nr. 8 av teim 22 luttakarunum og vann 2. styrkiviðrisløn við 4 stigum. Ivaleyst væl inspirerað av upprunanum úr Vestmanna !
Jón Andreasen var bestur fyri telvarar við styrkitalinum 1700 og lægri, skrivar Talvsambandið á heimasíðu síni.