MENTAN
Til tess at gera vart við, at Norðurlandaráðið í ár verður 50 ár og at samstundis eru 40 ár liðin síðani bókmentavirðislønin fyrstu ferð varð latin, skipar Norðurlendska Bókmenta- og Bókasavnsnevndin Nordbok, Norrøna Felagið og Norðurlandahúsið fyri rundferð við teimum rithøvundum, sum eru í uppskoti at fáa ársins bókmentavirðisløn. Norðurlandaráðið og Norðurlendski Mentunargrunnurin stuðla tiltakinum fíggjarliga.
Bókmentunarliga rundferðin byrjaði í Helsingfors hin 28. januar. Síðani verður hildið fram um Åbo, Mariehamn, Stockholm, Århus, Keypmannahavn, Göteborg, Oslo, Bergen, Reykjavík og Havnina til Nuuk, har ferðin endar hin 11. februar.
Í Havnini verður høvi at hitta rithøvundarnar í Norðurlandahúsinum leygardagin hin 9. februar kl. 16:00. Umframt føroyska rithøvundan Tórodd Poulsen, sum er í uppskoti at fáa virðislønina fyri yrkingasavnið ?Blóðroyndir?, verður høvi at hitta og hoyra hesar rithøvundar lesa úr egnum verkum: Ib Michael úr Danmark, Kari Aronpuro úr Finnlandi, Ole Korneliussen úr Grønlandi, Mikael Torfason úr Íslandi, Lars Saabye Christensen úr Noregi og Eva Runefelt úr Svøríki.
Hvør í sínum lagi fara hesir rithøvundar at greiða frá um egnan skaldskap og lesa brot úr aktuellu bókini, sum er í uppskoti at fáa bókmentunarvirðisløn Norðurlandaráðsins í ár. Frásøgumaður verður Birgir Kruse, sum í 1999 fekk journalistvirðisløn Nordboks. Leila Lukander, sum samskipar ferðina við rithøvundunum, fer at greiða frá um virðislønina og tað norðurlendska samstarvið, sum er á bókasavnsøkinum. Tiltakið verður sent beinleiðis í Útvarpi Føroya.
Bókmentunarligi fundurin í Norðurlandahúsinum verður helst hin mest spennandi. Ikki bert tí, at so kendir rithøvundar sum Ib Michael og Lars Saabye Christensen eru við, men einamest tí, at dagin eftir verður á dómsnevndarfundi í Reykjavík gjørt av, hvør fær bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2002. Úrslitið verður almannakunngjørt hin 11. februar.
Norðurlendska bókmentavirðislønin verður handað hepna rithøvundanum í Helsingfors hin 29. oktober. Upphæddin, sum fylgir við heiðrinum og økta lesaraskaranum, eru 350.000 krónur. Áður hevur ein føroyingur fingið hesa virðisløn. Tað var Rói Patursson, sum í 1986 fekk virðislønina fyri yrkingasavnið ?Líkasum?. Í 1965 fekk William Heinesen virðislønina fyri skaldsøguna ?Det gode håb?. Danir skutu hann upp saman við yrkingasavninum ?Ariel? hjá Hans Christian Branner. William fekk tó virðislønina, men ikki einsamallur. Hann skuldi deila hana við svenska rithøvundan Olof Lagercrantz og bókina ?Från helvetet till paradiset?, sum er ein lýsing av guddómligu kommediu Dantes.
Á bókasøvnunum fæst kunningartilfar um teir trettan aktuellu norðurlendsku rithøvundarnar, sum nú kappast um størstu bókmentavirðislønina á okkara leiðum.
Norðurlendska rithøvundatiltakið, sum verður í Klingruni í Norðurlandahúsinum leygardagin hin 9. februar klokkan 16, er ókeypis og ætlað øllum, sum dámar at lesa og vilja kunna seg við tey bókmentunarligu rák, sum eru í Norðurlondum beint nú.