Ræddir hermenn skutu sivilfólk uttan ávaring

Amerikansku hermenninir í Irak ræðast sjálvmorðsbumbumenn. Tí skjóta teir eftir bilum, sum ikki steðga. Tað kostaði einum manni og sjey kvinnum og børnum lívið.

- Eg helt, at tað var ein sjálvmorðsbumbumaður, og tí skjeyt eg.
Tað var frágreiðingin hjá einum amerikanskum hermanni, beint eftir at hann hevði skotið eftir einum bili, sum ikki steðgaði við eina eftirlitsstøð, sum amerikanski herurin hevði sett upp á einum vegi nærhendis býnum Sharta har suðuri í Irak.
Maðurin, sum var í bilinum, doyði.
Fáar tímar frammanundan hevði ein annar amerikanskur hermaður skotið eftir einum lítlum vøruvogni nærhendis býnum Najaf. Tá bilurin ikki steðgaði, lat hermaðurin fleiri skot av. Hann royndi fyrst at raka motorin, men tá tað ikki hjálpti, skjeyt hann inn ígjøgnum hurðarnar. Tá hann og felagarnir fóru at kanna bilin, funnu teir trettan kvinnur og børn í bilinum. Sjey teirra vóru deyð av skotunum.
Amerikanska herleiðslan í Qatar váttaði í gjár tíðindini, men legði afturat, at hermenninir høvdu gjørt eftir boðunum, sum teir hava fingið. Vilja bilar ikki steðga, er einki annað at gera enn at skjóta, segði talsmaðurin.
Men ein tíðindamaður hjá Washington Post, sum var á staðnum, sigur, at amerikansku hermenninir lótu ikki ávaringarskot av, áðrenn teir skutu eftir bilinum við teimum trettan kvinnunum og børnunum.
Vesturlendskir tíðindamenn í Irak siga, at amerikansku hermenninir, sum eru við eftirlitsstøðirnar, eru ræddir, tí teir vita ikki, um ein bilur á vegnum kann vera ein sjálvmorðsbumba. Tí skjóta teir, ivast teir.